Um okkum

Her er okkara søga :)


 
Sp/f Kjølur 

Í juli 2007 bleiv útgerðar virksemið hjá Kjølbro heilsølu, sum serliga var ætlað sjóvinnuni lagt í nýtt felag, og bleiv Sp/f Kjølur stovnað í hesum sambandi.
Felagið er systurfelag hjá Kjølbro heilsølu og heldur til í sama bygningi - men tó í egnum hølum.

Felagið vendir sær serliga til sjóvinnuna á sjógvi og landi, og hevur felagið einaumboð í Føroyum uppá millum annað: Mustad húkar og eykalutir, Hydro Texaco olju, Still trukkar og Mora knívar. Samstundis eru fleiri samstarvsavtalur innan aðra útgerð til sjóvinnuna, eins og eitt ávíst úrval er av arbeiðsklæðum, stivlum o.ø.

Fyritøkan telur 5 starvsfólk. Tveir mans hava ábyrgdina av sølu og innkeypi av Mustad húkum og eykalutum til línuflotan. Tvey fólk taka sær av Still trukkum, sum Kjølur umboðar í Føroyum, eitt umboð sum er komið eftir at virksemi hjá Esmar Simonsen á Kambsdali varð niðurlagt. Eitt fólk tekur sær av umsiting, innkeypið og bókhaldi.